Stýrið fyri kommunala samstarvið, VEKS

Stýrið í VEKS er lógarásett við 7 limum. Hvør kommuna skal hava minst 1 lim í stýrinum, har borgarstjórin er føddur limur. Fyri hvørjar 1.000 íbúgvar fær viðkomandi kommuna 1 lim afturat í stýrið. Verður talan um líkatal, fær størsta kommunan 1 lim afturat.

Stýrið í VEKS sær í løtuni soleiðis út, at Sunda Kommuna hevur 3 limir, Vestmanna 2 limir, Eiði 1 lim og Kvívík 1 lim.

Stýrislimirnir í VEKS eru:

  • Jógvan Kruse, formaður (Sunda Kommuna)
  • Bjørg á Rógvi, næstformaður (Vestmanna Kommuna)
  • Annsy Høghamar (Eiðis Kommuna)
  • Hans Jóhann Sørensen (Kvívíkar Kommuna)
  • Kári Matthíasson (Sunda Kommuna)
  • Sára Jógvansdóttir (Vestmanna Kommuna)
  • Ingolf Joensen (Sunda Kommuna)