Uppboðssøla av málningum
Á komandi Vestmannadøgunum, sum eru hesa vikuna, 17. - 23. septembur, skipa vit fyri eini uppboðssølu av listaverkum.
Uppboðssølan verður skipað soleiðis, at allir áhugaðir listamálarar – royndir, sum óroyndir – fáa møguleikan at stuðla okkum við einum málningi fyri ein avtalaðan minstaprís.
Málningarnir og prísir síggjast á Facebook-bólkinum "Vestmanna", har øll kunnu leggja boð inn. Sí leinki her:
Um onkur ynskir at bjóða anonymt, kann man ringja til Annleyg á 255034.
Endin á uppboðssøluni verður leygardagin 22. septembur frá kl 14.00 til 15.00 í Vestmanna Ítróttarhøll, har seinasti møguleikin verður at bjóða uppá málningarnar.
Verða málningar seldir fyri meir enn minstaprísin, fer yvirskotið til bussinnsavningina.
Til uppboðssøluna leygardagin verður hægsta boð á facebook byrjunnarboðið. Um einki annað boð kemur leygardanin, er málningurin keyptur umvegis facebook
Uppboðssølan á facebook endar fríggjadagin 21.09.18 kl. 18.00 og heldur á framm leygardagin 22.09.18 kl 14.00 í Ítróttarhøllini.
Uppboðssøluhaldari verður Bjørn á Heygum.
Listafólkini, ið hava stuðla, eru:
Laila Nikolajsen, Gunnar Streymoy, Heidi Petersen, Bjørk Gudmundsen, Herit Joensen, Gyðja Hjalmarsdóttir, Arngerð Joensen og Ansa í Eyðansstovu Skúvadal.
Málningarnir vera eisini framsýndir á Heiminum á Grønanesi.
Okkara vón er, at hetta tiltak hevur tygara áhuga og harvið kemur at stuðla innsavningini til bussin, samstundis sum hetta kann verða ein góð reklama fyri listafólki.
Vinarliga
Áhugabólkurin á Grønanesi