Kæruvegleiðing

Lóg
    
Sambært § 20 í løgtingslóg. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., kunnu avgerðir um tænastur sambært hesi lóg kærast til kærunevndina í Almanna- og heilsumálum.
    
Reglurnar um kærunevndina í almanna- og heilsumálum eru at finna í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kærunevnd í almanna- og heilsumálum.
    
Skrivlig
    
Kærast skal skrivliga, eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni.
    
Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna
    
Kærufreist
    
Kærufreistin er 4 vikur
    
Kostnaður
    
Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum
    
Viðgerðartíð
    
Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 5 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi.
    
Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum
    
Nevndin
    
Í kærunevndini í almanna- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
  • Varalimur: Annfinn V. Hansen, advokatur
  • Annika Olsen, lækni
  • Varalimur: Kári Rasmussen, lækni
  • Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi
  • Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi.

Valskeiðið hjá nevndini er 01.01.2014 til 31.12.2017

Hvar
    
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:
    
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
    
Telefon: 320585 (avgreiðslutíð  09.00 - 12.00 og frá 13.00 - 15.00)
Teldupost: kaerustovnur@kaerustovnur.fo 
    
Allir upplýsingar um virksemi hjá Føroya Kærustovni, eru at finna á heimasíðuni www.kaerustovnur.fo.