Starvslýsing eftir heilsuhjálparum - freist 07.02.2023

24/01-2023

Hesi størv eru leys at søkja:

  • 3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, at arbeiða í dag- og kvøldvaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt
  • 2 heilsuhjálparar til Korndalsbýlið, at arbeiða í blandaðum vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 at byrja skjótast gjørligt.

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 Vit kunnu bjóða

  •  Fjølbroytt størv.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimatænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. februar 2023, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo