Brúkaragjøldini verða tillagað frá 01.04.2023

28/02-2023

Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur.

Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. apríl 2023 og kunnu síggjast her: Brúkaragjøld frá 01.04.2023

Gjøldini verða kunngjørd, millum annað vísandi til kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. (seinast broytt við kunngerð nr. 6/2023).

Brúkaragjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (ll. nr. 19/2014 við seinni broytingum).

Borgarar, sum búgva á heimunum hjá VEKS og borgarar, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv við kunning um dagførdu gjøldini.