Leiðandi terapeutur til Heimatænastuna í VEKS
12/09-2023Søkt verður eftir Leiðandi terapeuti
til terapeutiska toymi hjá VEKS, ið m.a. skal
· Veita ráðgeving og tænastu til heimabúgvandi borgarar, og borgarar sum hava uppihald á okkara røktarheimum.
· Veita ráðgeving og vegleiðing til leiðslu og starvsfólkahóp.
Sum leiðandi terapeutur ert tú partur av leiðslubólkinum, við tilvísing til stjóran.
Terapeutiska toymið hevur til endamáls at møta einstaka borgaranum har hann er á lívsleið síni. Málið er, at borgarin varðveitir lívsgóðsku sína, við at borgarin verður stimbraður likamliga, sálarliga og sosialt. Endamálið er, at borgarar í VEKS varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimið.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
· At mynda og dagføra terapeutiskar tænastur.
· At verkseta, samskipa, miðla og leiða terapeutiska økið
· At tryggja trivnað og fakliga menning.
· At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi
FØRLEIKAKRØV:
· Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.
· Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
· KT- førleika á brúkarastøði.
· Tola møguligar broytingar í starvinum.
· Leiðsluroyndir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta pr. 1. dec. 2023 ella eftir nærri avtalu og verður lønt á stig 30 í semju millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Leiðandi terapeutur”. Umsóknarfreistin er mikudagin tann 27. sept. 2023
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Niels A. Joensen, leiðara tlf. 260552