Fysioterapeutur til VEKS
11/12-2024Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver
ein parturav okkara kveikjandi terapeutiska toymi
Søkt verður eftir:
➣ 1 fysioterapeut fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi
til terapeutiska toymið hjá VEKS.
Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.
Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum og einum hjálparfólki. Terapeutiski leiðarin er fysioterapeutur.
Endamál
Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:
- Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.
- Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.
- Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.
- Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.
- Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.
- Gera førleikametingar.
- Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.
- At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.
- At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.
Sum partur av terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS bjóðar borgarum sínum.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.
FØRLEIKAKRØV:
- Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.
- Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.
- KT- førleika á brúkarastøði.
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður at seta pr. 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er hósdagin tann 2. januar 2025 klokkan 12.
Samrøður kunnu væntast at verða í viku 2-3 ella eftir nærri avtalu.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244, ella við telduposti til veks@veks.fo.
VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti. Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo