Køksfólki til Røktarheimið á Mørkini

06/01-2026

Endurlýsing

Starv

  • Køksfólk, at seta 1. mars ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Talan er um gevandi starv, har tú arbeiðir við føðslu til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum m.a. dysfagi. Tú verður upplærd/ur í mannagongdum í køkinum. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum køksfólki.

Starvsbrøkur 0,5 – ið svarðar til 20 tímar um vikuna.

 

Arbeiðsstaður

Er á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At gera vælsmakkandi og heilsugóðan mat.
  • At halda køkin reinan.
  • At skapa trivna fyri búfólk og starvsfólk, bæði við søtum og sunnum mati.

Førleikar

  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Megnar at fylgja arbeiðs- og mannagongdum.
  • Viðvirkar til eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi.

 

Vit kunnu bjóða

Góðar karmar.
Góða innleiðslu.
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Møguleika fyri førleikamenning.
 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaður er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevnda staði.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Heilsuhjálparafelagið.


Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks(a)veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2026, kl. 12.00.


Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

- Birita B. Iversen, deildarleiðari á Mørkin, á tlf. 793251 ella á biritai(a)veks.fo

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.