Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í VEKS

27/11-2025

Eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, hevur stýrið fyri VEKS samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur.

Dagførdu gjøldini eru galdandi frá 1. januar 2026.

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum seinast broytt við kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023.

Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021.

Borgarar á døgnplássum hjá VEKS, og borgarar sum gjalda fyri heimatænastu, dagdvølju, flutning og matútbering, fáa skriv við kunningini.

Dagførdu gjøldini síggjast her.

 

Heimatænastan