Fyribyrgjandi venjingar - veturin 17/18

28/08-2017

Fyribyrgjandi venjingarnar, fyri tykkum borgarum í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar-, og Sunda Kommunu, ið eru 67 ár ella eldri, byrja aftur mánadagin 4. septembur 2017.

Venjingarnar verða:

Á Mørkini í Streymnesi

  • Mánadag og mikudag kl. 13:00 - 14:00

Á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna

  • Týsdag og fríggjadag kl. 13:30 - 14:30

 

Bussar koyra frá vanligu støðunum.

Venjingarnar hava til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión, og á henda hátt betra um vælveru og lívsgleði.

Eisini er hetta eitt gott høvi til sosiala samveru.

Aftaná hvørja venjing bjóða vit frukt og ein vatnsopa.  

Kostnaður fyri hvørja venjing er kr. 20, tó kr. 30 fyri pør.

 

Heimatænastan í VEKS