Starvslýsing eftir Ergo- & Fysioterapeuti

04/10-2017

2 størv sum ávíkavist Fysioterapeutur og Ergoterapeutur til Heimatænatuna í VEKS

Vit sóknast eftir ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum starvsfólkum til Heimatænastuna í VEKS.

Størvini eru:

·         Fysioterapeutur,  starvsbrøk 0,8 - arbeiðsstaður út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna

·         Ergoterapeutur, starvsbrøk 0,8 - arbeiðsstaður út frá Mørkini í Streymnesi

Tú kemur at verða partur av einum terapeutiskum starvsbólki á tils. 4 (2 fysio- og 2 ergoterapeutar).

Byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tilvísing:

Starvið hevur tilvísing til avvarðandi leiðara fyri økið.

Førleikakrøv:

·         Útbúgving og góðkenning sum ávíkavist fysioterapeutur og ergoterapeutur

·         Áhuga fyri at dagføra fakliga førleikan innan terapeutiska øki.

·         Góð samstarvs- og samskiftisevni.

·         Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.

·         Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.

·         Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.

·         Tola broytingar í arbeiðsuppgávum

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil

Arbeiðsuppgávur:

·         Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar,  endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.

·         Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.

·         Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m.

·         At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.

·         Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.

·         Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

·         At kanna, greina og meta um virkisførleikar, og í mun til hetta, at seta neyðug átøk í verk.

·         Innan terapeutiska øki vegleiða og undirvísa starvsfólkahópi og einstaka brúkaranum.

·         Tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið, bæði til borgarar, starvsfólk og aðrar  samstarvspartar.

·         Stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.

Annað:

At hava ein jaligan og nýhugsandi hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og uppbyggjandi samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp, umframt einstaka borgaran.

Halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum sum hava ávirkan á dagliga starvið.

Vit kunnu bjóða:

·         Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

·         Dugnaligar starvsfelagar

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

 

Lønarviðurskifti:

Setanarstaðið er Heimatænastan hjá VEKS

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
350 Vestmanna.

Vinarliga viðmerk “Fysioterapeutur” ella ”Ergoterapeutur”.

Freist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. oktobur 2017  kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst aðrastaðni her á heimasíðuni.