Fyribyrgjandi venjingarnar 2019/2020

25/09-2019

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur og verða í vetur á hesum støðum:

Streymnes

Røktarheimið á Mørkini - mánadag og mikudag frá kl. 13:00 - 14:00  (Byrjað verður 30. sept. 2019)

 

Vestmanna

Heimið á Grønanesi - týsdag og fríggjadag frá kl. 14:30 - 15:30  (Byrjað verður 1. okt. 2019)

 

Eiði (nýtt og treytað av nóg stórari undirtøku)

Hólmahúsið - mánadag og hósdag frá kl. 09:30 - 10:30  (Byrjað verður 30. sept. 2019)

 

Kvívík (nýtt og treytað av nóg stórari undirtøku)

Fimleikarhøllin í skúlanum - mánadag og hósdag frá kl. 14:30 - 15:30  (Byrjað verður 30. sept. 2019)

 

Venjingarnar hava til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión, og á henda hátt betra um vælveru og lívsgleði.

Eisini er hetta eitt gott høvi til sosiala samveru.

Aftaná hvørja venjing bjóða vit frukt og ein vatnsopa.  

Kostnaður fyri hvørja venjing er kr. 20, sum verður goldið kontant á staðnum.