Starvs- & persónsprofilur - Eindarleiðari til Mørkina

26/06-2020

Inngangur
Hesin starvs- og persónsprofilur lýsir uppgávurnar í starvinum og krøvini, ið verða sett til førleikar og persónligar eginleikar hjá eindarleiðaranum við ábyrgd fyri Mørkini og útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið. Endamálið er at geva eindarleiðaranum eina meira fullfíggjaða mynd av starvinum og tí, sum VEKS væntar sær av eindarleiðaranum.

Um VEKS
Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt kommununum at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum.

Borgarar í VEKS-økinum eru býttir soleiðis í aldursbólkar:

Borgarar 0+:   4.347 borgarar

Borgarar 18+:   3.252 borgarar

Borgarar 67+:   707 borgarar

Tænasturnar eru skipaðar eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019.

Við støði í lógini er endamálið við VEKS at veita borgarum eina samskipaða heildartænastu við hesum innihaldi:

  • Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
  • Heimahjálp
  • Heimasjúkrarøkt
  • Venjingar / ergo- og fysioterapi
  • Matútbering
  • Fyrbyrgjandi heimavitjan til borgarar, ið eru 75 ár og eldri.

Missjónin hjá VEKS er at veita borgaranum rætta tænastu, til rætta tíð, á røttum stað, við røttum førleikum.

Visjónin er at veita borgaranum førleikar at verða virkin heima sum longst.

Hetta verður gjørt á einum virðisgrundarlagi, har samskifti, samstarv og samskipan eru lyklaorð.

Leiðsla
Ovasta leiðslan í VEKS er eitt politiskt stýri, sum kommunustýrini í teimum 4 samstarvandi kommununum velja. Borgarstjóranir eru føddir limir í stýrinum. Stýrið í VEKS sær í løtuni soleiðis út: Vestmanna kommuna hevur 2 limir, Eiðis kommuna 1 lim, Kvívíkar kommuna 1 lim og Sunda kommuna 3 limir. Stýrisformaður er Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis komunu. Stýrið hevur sett leiðara fyri VEKS, sum er Niels A. Joensen.

Starvsfólk og virksemi
Í løtuni starvast á leið 125-130 fólk í VEKS, harav umleið 45 á Mørkini og útiøkinum í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið. 71 døgnpláss eru tilsaman á trimum ellis- og røktarheimunum: Grønanes í Vestmanna 24 pláss, Korndalsbýlið á Eiði 15 pláss og Mørkin í Sunda kommunu 32 pláss.

Starvið
Eindarleiðari hevur ábyrgd av virkseminum, starvsfólkunum, og tænastunum, sum hoyra til Mørkina og útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið.

Harumframt hevur eindarleiðarin ábyrgdina av at tryggja eitt jaligt og konstruktivt samskifti, samstarv og samskipan við ovastu leiðslu, eindarleiðslur, umframt aðrar leiðslu- og starvsfólkabólkar í øllum 3 eindunum hjá VEKS.

Faklig leiðsluábyrgd
Í fakligu ábyrgdini liggur m.a. at:

  • Seta faklig mál og geva sítt íkast til, at VEKS røkkur teim yvirskipaðu málum, ið stýrið og leiðslan seta.
  • Støðugt at eftirmeta og optimera arbeiðsgongdir og tryggja, at VEKS fylgir fakligum standardum, normun og leiðreglum; og brúkar góðkendar skipanir, sum tryggja fakliga dyggar mannagongdir.
  • Hava ábyrgd av at skjalfesta, góðskumenna og av, at lógir og leiðreglur verða fylgdar.
  • Hava vitan, áhuga og førleika at seta ígongd og leiða starvfólk í samskipaðum arbeiðsgongdum, fakligum samstørvum og evidensgrundaðum tilgongdum.
     

Persónlig leiðsluábyrgd
Eindarleiðarin skal hava hug og evni at leiða, vísa áhuga og ganga undan í menningini og tráanini eftir at røkka visjónini hjá VEKS og umboða felags virðisgrundarlagið, m.a. við at:

  • Skapa meining fyri starvsfólkunum, seta út í kortið og fremja sjónliga og samskipandi leiðslu.
  • Samskifta konstruktivt og proaktivt við leiðslu, starvsfelagar, starvsfólk, búfólk, brúkarar og avvarðandi, motivera til samstarv og skapa gott huglag um tænasturnar og trivnað.
  • Seta týðilig og ítøkulig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi
  • Síggja møguleikar, menning og tilfeingi í aldrandi borgarnum og virða teirra lívssøgu og lívsstøðu.
  • Hava loyala atferð í mun til tiknar avgerðir.
  • Hava eina konstruktiva tilgongd til -, og evnini at síggja møguleikar og menning tá tørvur er á broytingum.

Starvfólkaumsiting
Eindarleiðarin hevur umsitingarliga ábyrgd av øllum fakbólkum sum hoyra til Mørkina og útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið.

Starvsfólkaumsiting skal fremjast í andanum av orðingini í virðisgrundarlagnum um samskifti, samstarv og samskipan.

Í starvsfólkaumsiting er ábyrgdin m.a.:

  • Rekruttering og førleikamenning.
  • Grund- og arbeiðsætlan.
  • Trivnaður í gerandisdegnum.
  • Setanarviðurskiftir hjá starvsfólkum.


Rakstur og fígging
Eindarleiðarin hevur, eftir greiðum ábyrgdarbýti mótvegis leiðaranum fyri VEKS, fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd av virkseminum, sum hoyrir til Mørkina og útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið.

Eindarleiðarin skal tryggja, at virksemið fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólkum og borgarum er í lagi. Eindarleiðarin hevur eisini ábyrgd av at boða leiðaranum fyri VEKS frá viðurskiftum, sum ikki eru í lagi ella eiga at verða broytt til tað betra, og at geva sítt íkast til arbeiðið at gera leiðreglur og mannagongdir.

Eindarleiðarin hevur mótvegis leiðaranum fyri VEKS ábyrgd av, at fíggjarætlanin fyri Mørkina og  útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið verður fylgd, og at játtanin heldur.

Førleikakrøv
Eindarleiðarin skal hava sum mest av hesum førleikum:

  • Skal hava prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Royndir í leiðslu og/ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.
  • Skal hava førleikar og evni at flyta VEKS inn í framtíðar tøkniligar arbeiðshættir.
  • Skal kenna og virðismeta viðkomandi lógir á økinum, faklig krøv og standardir.
  • Skal hava vitan, áhuga og førleika at leiða og menna starvfólkini og megna at skapa eitt lærandi umhvørvi.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við fakligum og persónligum avbjóðingum.
  • Leiðslumenning í skipaðum leiðslufelagsskapi við føstum leiðslufundum.
  • Ávirkan á menning av tænastum og tilboðum í VEKS.


Løn og setanartreytir
Starvið sum eindarleiðari við ábyrgd fyri Mørkini og útiøkið í bygdunum á Streymoynni við Sundalagið er fulla tíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.