Starvslýsing - Eindarleiðari til Mørkina

26/06-2020

Eindarleiðari til Mørkina og útiøkið við Sundalagið á Streymoynni

Í VEKS ynskja vit, at borgarar hava førleikar at vera virknir heima sum longst. Tí leggja vit okkum eftir at veita borgaranum rætta tænastu, til rætta tíð, á røttum stað, við røttum førleikum. Er hetta eisini tín hugburður, so er tað kanska í VEKS tú skal vera eindarleiðari.

VEKS leitar eftir eindarleiðara til Mørkina og útiøkið Streymoy, sum við røktarfakligum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði hevur hug og áræði at gerast partur av leiðsluni í VEKS. Afturfyri bjóða vit eitt mennandi og meiningsfult starv í nýggjum starvssamleika, har tú hvønn dag gert mun og skapar úrslit.

 
Um starvið
VEKS ynskir at menna organisatiónina við at samskipa arbeiðsgongdir, so ymisku eindirnar verða knýttar tættari at hvørji aðrari. Hetta krevur eina leiðslu, sum megnar at samstarva og samskipa, og sum hevur evnini at samskifta við starvsfólk, búfólk, brúkarar og avvarðandi.

Eindarleiðarin skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið í einum gerandisdegi, sum er merktur av at verða mennandi, fevnandi og meiningsfullur.
Eindarleiðarin skal eisini tryggja, at virksemið í VEKS fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og fakligum standardum, og at rættartrygdin hjá búfólki og brúkarum er nøktandi.

Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru krav.
Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting eru ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Tað er umráðandi at tú hevur áhuga at leiða og menna starvfólkini, megnar at skapa eitt lærandi umhvørvi og hevur evni og førleikar at flyta VEKS inn í framtíðar røktarfakligar og tøkniligar arbeiðshættir

Setanar- og lønarviðurskifti
Eindarleiðarin á Mørkini og útiøkið  við Sundalagið á Streymoynni vísir til leiðaran í VEKS.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður sett skjótast til ber.

Umsókn
Umsókn við prógvum, C.V. og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59

FO-350 Vestmanna

ella til teldupostadressuna: veks@veks.fo

Viðmerk: Eindarleiðari Mørkin og útiøkið  við Sundalagið

Umsóknin skal vera VEKS í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 13. juli 2020 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um VEKS, starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvs- og persónsprofilin á heimasíðuni www.veks.fo  

Tað ber eisini til at ringja til Niels A. Joensen, leiðara fyri VEKS á telefon nr. 260 552, ella skriva til teldupostadressu nielsj@veks.fo