Koronaleiðreglur - heimahjálp og -sjúkrarøkt

06/08-2020

Leiðreglur galdandi til 31. august 2020

Nú smittan aftur er staðfest í landinum, er sera umráðandi, at vit halda okkum til leiðreglurnar hjá mynduleikunum um

  • Sosialan atburð
  • Frástøðu
  • Gott reinføri

Tað er sera umráðandi, at okkara starvsfólk ikki verða smittað, og harvið kunnu bera smittuna inn á okkara ellis- og røktarheim, ella inn til aðrar borgarar sum vit koma inn til.

Heimahjálp /  Heimasjúkrarøkt

Tá okkara starvsfólk kemur á gátt, kunnu bert húsfólk vera inni í rúminum. Vitjandi fara úr rúminum meðan  okkara starvsfólk eru inni.

Okkara starvsfólk hava framhaldandi tørv á

  • Einnýtis pappíri at turka sær um hendurnar við.
  • Flótandi hondsápu

tá tey koma at veita heimasjúkrarøkt ella heimahjálp. Harumframt koma tey framhaldandi at nýta verndarútgerð, so sum

  • Masku
  • Handskar
  • Plastermar
  • Brillur

Samband við onnur

  • Hav sprittdunk í gongini.
  • Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm.
  • Fólk við sjúkueyðkenni eiga ikki at koma á gátt.
  • Vitjandi eiga at vera varin, við m.a. fjarstøðu og reinføri.

Sjúkutekin

Koronavirus kann m.a. hava við sær

  • Fepur
  • Hosta
  • Trupulleikar í andaleiðini.

Følir tú teg sjúkan, verður tú biðin um, at seta teg í samband við kommunulæknan.

Um tað er uttanfyri vanliga arbeiðstíð, setur tú teg í samband við kommunulæknavaktina á telefon nr. 1870.