Eindarleiðari settur fyri Mørkina og útiøkið á Streymoynni

14/08-2020

Annika Tórbjarnardóttir er sett í starv sum eindarleiðari fyri Mørkina og útiøkið á Streymoynni.

Hon byrjar í starvinum tann 1. oktobur 2020.

Annika er 46 ára gomul, eigur 4 vaksin børn.

Annika hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2000 og hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu í 2020.

Hon hevur seinastu 3 árini starvast sum deildarleiðari á Vesturskin á Toftum.