Vitjandi á Ellisheimum hjá VEKS

11/09-2020

Nú føroyska samfelagið enn einaferð hevur megnað at fáa tamarhald á COVID-19 smittuni, og heilsumynduleikarnir nú kenna meira til smittuna enn fyri bert fáum mánaðum síðan, meta vit tað vera tíð til at lata enn meira upp fyri vitjanum. Hetta verður gjørt í andanum av, at tað – umframt á starvsfólkunum – eisini áliggur hvørjum einstøkum vitjandi at tryggja, at smittan ikki verður borin inn á heimini.

Frá leygardegnum tann 12. september, eru mannagongdirnar fyri vitjandi hesar:

  • Skráseting av øllum vitjandi (fyri at lætta um smittusporing, um illa vil til)
  • Ongin avmarking fyri tal av vitjandi
  • Vitjan skal avtalast  við starvsfólk á deildini
  • Vitjan fer  fram á búrúmi hjá búfólki
  • Inngongd til vitjan:

         - Korndalsbýlið:         Høvuðsinngongd

         - Mørkin:                    Eftir nærri avtalu

         - Grønanes:               Hurð beinleiðis inn á búrúm

  • Búfólk kunnu fara biltúr við vitjandi
  • Búfólk kunnu fara av heiminum á vitjan

Fyrivarni

Tað er av alstórum týðningi at vitjandi halda seg til almennu tilmælini um m.a. reinføri, fjarstøðu v.m.

Koma úr útlandi

Fólk sum eru komin úr útlandi, eru ella hava verið í samband við fólk sum eru komin úr útlandi, kunnu IKKI vitja inni á heiminum fyrr enn negativt svar  fyriliggur eftir

  • Test við komudag til Føroyar
  • Test 6. dag eftir komudag til Føroyar

Harumframt skulu vitjandi vísa stórsta varsemi í samband við vitjan, um tey

  • Íðka liðítrótt
  • Ganga í fitness hølir
  • Hava verið til tiltak, har mongd av fólki er samlað (veitslur, ítróttartiltøk, matstovur, skeinkistøð v.m.).
  • Møguligar aðrar støður, útsettar fyri  smittuvanda

 

Vit eru takksom fyri, at tú – í hesum óvanligu tíðum - hjálpir borgaranum og okkum at halda Koronasmittuna burtur frá heimunum.

Verið hjartaliga vælkomin at vitja búfólk okkara á Korndalsbýlinum á Eiði, Mørkini í Streymnesi og Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.