Starvslýsing - freist 28.01.2021

13/01-2021

Hesi størv eru leys at søkja til:

Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

Føst størv

·         Heilsuhjálpari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 - at byrja skjótast til ber.

·         Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 - at byrja 01.03.2021.

Farloyvisstørv

·         Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022.

·         Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

·         Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·         Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·         Viðkomandi útbúgving og góðkenning.

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

·         Fjølbroytt størv.

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

·         Skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

 Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.

·         Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

·         Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo