Frítíðaravloysarar summarið 2021

23/02-2021

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2021

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Køks- og vaskifólk

Starvsøkið

  • Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið                                   
  • Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv       
  • Heimið á Grønanesi og økið úti í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu       

 Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til:

Mørkin og økið úti á Streymoynni                      Annika Torbjarnardóttir, tlf. 793251

Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni            Helfrid Kruse Poulsen, tlf. 793259

Grønanes og økið úti Vestmanna/Kvívík           Mia Pedersen, tlf. 793231

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo 

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59

FO-350 Vestmanna

Við frámerkinum “Frítíðaravloysarar”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. mars 2021, kl. 12.00.

Upplýsingar um virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo