Á heysti 2015 skipaði VEKS fyri almennari búmerkjakapping. 

Endamálið var at fáa eitt búmerki, sum, á ein einklan hátt, kundi avspegla virksemi, umframt tær 4 kommunurnar í samstarvinum. Vinnarin av kappingini gjørdist Robert Gutke av Eiði.

Hugsanirnar handan nýggja búmerkið eru hesar:

  • Tann uttari parturin a búmerkinum vísir eitt hjarta. Hetta umboðar kærleikan og umsorganina fyri teimum eldru, ið er kjarnin í arbeiðinum hjá VEKS.
  • Í miðjuni sæst eitt hús, sum umboðar tann praktiska partin, at bjóða teimum eldru eitt heim, at koyra mat til hurðina, og at geva eina hjálpandi hond í heimi teirra.
  • Allur formurin er bundin saman við einum pennastroki, sum vísir á, at alt hongur saman. Á sama hátt kann VEKS-samstarvið bert eydnast, um ØLL arbeiða saman og eru knýtt at hvørjum øðrum.
  • Búmerkið er sett saman av fýra ymiskum pørtum, við hvør sínum liti. Hesir 4 partarnir umboða tær 4 kommunurnar sum arbeiða saman fyri at hjálpa eldri fólki.
  • Litirnir í búmerkinum eru av grønum litdámi. Hetta er valt í samband við navnið VEKS, sum merkir at vaksa, at menna og geva lív til nýtt.
  • Skriftslagi “Varela Round”, við sínum avrundaða skapi, er valt fyri at geva búmerkinum eina nútíðarútsjónd.

Búmerkið skal verða sjónligt í øllum samskifti hjá samstarvinum, tað verið seg á pappíri, skelting, netmiðlum, teldupostsamskifti v.m.