Kvívíkar kommuna

Kvívíkar kommuna telur 5 bygdir, sum umframt Kvívík eru Válurin, Stykkið, Leynar og Skælingur. Fyrst í 2017 búðu 600 íbúgvar í kommununi, og í bygdarráðnum sita 7 fólk. Borgarstjóri í Kvívíkar kommunu er Heri Müller. Hinir bygdarráðslimirnir eru Hans Martin Ø. Andreassen, Petra Iversen, Ragnar Isaksen, Jóhanna D. Vang, Vivi Davidsen og Óli Hans Fróði Olsen.

Kvívíkar kommuna hevur bæði fólkaskúla upp til 7. flokk, frítíðarskúla og dagstovn fyri børn undir skúlaaldur, umframt frítíðarskúla upp til og við 5. flokk.

Útgravingar hava víst, at fólk hava búð í Kvívík líka síðani víkingatíðina, og sostatt er bygdin ein av teimum allar elstu í Føroyum.

Les meira á www.kvivik.fo.