Deildarleiðari fyri Mørkina og heimatænastuna í bygdunum á Streymoynni

01/09-2023

Birita Baldvinsdóttir Iversen er sett í starv sum deildarleiðari í økinum.

Hon byrjar í starvinum mikudagin tann 20. september.

Birita er 38 ára gomul, býr í Tórshavn.

Birita hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktar- frøðingur, umframt at hon hevur tikið eftirútbúgvingar.

Hon hevur starvast innan eldraøkið hjá Tórshavnar Kommunu í fleiri ár.

Í umsøkn sínari sigur hon m.a. soleiðis:

“Eg gangi høgt upp í fakligu dygdirnar, og at menna tær, bæði hjá mær sjálvum, men eisini hjá øðrum”.

Vit bjóða Biritu hjartaliga vælkomin í starv hjá VEKS.