Deildarleiðari fyri Grønanes og heimatænastuna í Kvívikar & Vestmanna

01/09-2023

Heidi Hansen er sett í starv sum deildarleiðari í økinum. Hon byrjar í starvinum hósdagin tann 7. september.

Heidi er 55 ára gomul, býr í Tórshavn.

Heidi hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktar- frøðingur, umframt at hon hevur tikið ymiskar eftirútbúgvingar.

Hon hevur starvast innan eldraøkið hjá Tórshavnar Kommunu seinastu mongu árini. Áðrenn tað starvaðist hon á sjúkrahúsið í Danmark.

Í umsókn sínari sigur hon m.a. soleiðis:

“Førleikar mínir og fjølbroyttu royndir fara vónandi at muna væl, tá umræður at mynda og dagføra tænastur, at tryggja trivnað og fakliga menning”.

Vit bjóða Heidi hjartaliga vælkomin í starv hjá VEKS.