Heystveitsla 19. nov. 2024

19/11-2024

19. novembur skipa Korndalsbýlið, Mørkin og Grønanes fyri heystveitslu. 

Húsfólk, avvarandi og starvsfólk eru boðin inn til ein betri bita og okkurt søtt omaná. Hugnaløtan er frá klokkan 17.00-19.00.

Endamálið við hesari hugnaløtuni er at kunna um hvat er á skránni fyri restina av árinum á heiminum. Vit fara m.a. at tosa um jólahugnan, ið liggur fyri framman.

Eisini ynskja vit at seta eitt samstarvsráð á stovn. Hetta skal verða mannað av 2 húsfólkum, 2 avvarandi og 2 starvsfólkum. Tankin er, at samstarvsráðið skal veljast til hesa hugnaløtu, so geri tykkum endiliga tankar um tit hava áhuga í hesum.

Sjálvandi er eisini høvið at tosa um leyst og fast, og at njóta hesa deiligu hugnaløtuna saman.

Onkur kemur at syngja nøkur løg.

 

Vinaliga

Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðari Korndalsbýlið

Birita B. Iversen, deildarleiðari Mørkin

Sunrid á Borg, deildarleiðari Grønanes