Umsókn

VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, sum m.a. umsitur tey trý heimini í økinum. Tey eru Heimið á Grønanesi í Vestmanna, Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi og Korndalsbýlið á Eiði. Metir tú teg hava tørv á tænastu frá VEKS, kanst tú søkja umvegis Vangan. 

 



Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Samleikin - far á www.samleikin.fo


Fyrimunir á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.

 

Søk uttan Vangan

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS útfylta umsóknarblaðið á veks(a)veks.fo.

Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.

Umsóknarblað

 

Neyvari kunning um, hvørjar tænastur Heimatænastan ið VEKS veitir, fæst við at trýsta á leinkjuna tænastur. Trýst síðani á leinkjuna til ta tænastu, tú ynskir at kunna teg nærri um.

 

Legg til merkis, at krossur skal setast út fyri tí tænastu, søkt verður um. Týdningarmikið er, at allar tríggjar síðurnar á umsóknarblaðnum verða rætt útfylltar, tvs. at persónsupplýsingarnar eru rættar, grundgivið verður fyri umsókn og at umsóknin verður dagfest og undirskrivað av umsøkjara ella avvarðandi.

 

Um tað ikki er møguligt at senda teldupost, kann umsóknarblaðið sendast við vanligum brævi til:

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna