Dagdvølja
Dagvølja er ætlað borgarum, sum búgva heima, men av ymiskum orsøkum hava tørv á dvøli ávísar tímar í samdøgrinum.
Endamálið er at skapa tryggar karmar í gerandisdegnum.
Tað er møguleiki at luttaka í teimum ítrivum, sum eru. Eisini verður møguleiki at vera við til rørðsluvenjing og túrar út úr húsinum.
Virksemið verður skipað í mun til tørvin hjá teimum, sum eru í dagdvølinum. Nakað av virkseminum verður felags saman við teimum, sum búgva á heiminum.
Vit hava fyrikomandi og vælvirkandi starvsfólk, sum eru um einstaka borgaran.
Flutningur til og úr heiminum er ábyrgd hjá einstaka borgaranum.
Um tørvur er á tí, kann VEKS átaka sær hesa uppgávu, hetta tó móti serstøkum gjaldi – sí tænastur.
Flutningur verður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrimunir á Vanganum
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.


