Mattænasta
VEKS bjóðar døgurða við útbering allar yrkadagar til borgarar í teimum fýra limakommununum, har tørvur er á hesum. Tænastan er ætlað borgarum, sum ikki megna at gera sær heitan mat.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrimunir á Vanganum
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.


