Stýrið fyri kommunala samstarvið, VEKS

Stýrið í VEKS er lógarásett við 7 limum. Hvør kommuna skal hava minst 1 lim í stýrinum, har borgarstjórin er føddur limur. Fyri hvørjar 1.000 íbúgvar fær viðkomandi kommuna 1 lim afturat í stýrið. Verður talan um líkatal, fær størsta kommunan 1 lim afturat.

Stýrið í VEKS sær í løtuni soleiðis út, at Sunda Kommuna hevur 3 limir, Vestmanna 2 limir, Eiði 1 lim og Kvívík 1 lim.

Stýrislimirnir í VEKS eru:

  • Sára Jógvansdóttir, forkvinna (Vestmanna kommuna)
  • Hans Jóhann Sørensen, næstformaður, (Kvívíkar kommuna)
  • Eyðstein Zachariasen (Sunda kommuna)
  • Jógvan í Skorðini (Eiðis kommuna)
  • Jóhanna Paula við Streym (Sunda kommuna)
  • Jógvan Kruse (Sunda kommuna)
  • Anja Haldansen (Vestmanna kommuna)