Ansingarsamsýning
Við heimild í § 12 stk. 5 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014, broytt við kunngerð nr. 160 frá 13. desembur 2018, kann ansingarsamsýning veitast fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.
Ein ansari kann vera avvarðandi, familjulimur ella annar, ið er mettur førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna.
Avgerð um at veita ansingarsamsýning verður tikin av visitatiónsnevndini hjá Heimatænastuni í VEKS.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrimunir á Vanganum
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.


