Heimahjálp

VEKS umsitur alla heimahjálp í teimum fýra kommununum, Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunum. Borgarar kunnu søkja um heimahjálp við at seta seg í samband við VEKS. 

Heimahjálp verður veitt borgarum yvir 67 ár - ella við avlamni - sum tørva praktiska og/ella persónliga hjálp. 

Navn, bústaður, telefonnummar, møguligur teldupostur (hjá borgara ella avvarðandi) og p-talið hjá umsøkjara skal upplýsast VEKS.