Andaktir í mai & juni
Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um
- Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
- Heimahjálp
- Heimasjúkrarøkt
- Venjingar / ergo- og fysioterapi
- Matútbering
- Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.
Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.