Heilsufremjandi heimavitjanir
VEKS bjóðar heimavitjanir hjá borgarum frá 75 ár í teimum fýra kommununum, Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunum.
Heimavitjanir hava eitt fyribyrgjandi og heilsufremjandi endamál og sostatt viðvirka til, at borgarin kann vera sum longst møguligt í egnum heimi.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrimunir á Vanganum
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.


