Dátuverndarkunning

 

1. Inngangur

VEKS (“VEKS”, “vit”, “okkum” ella “okkara”) hevur skyldu til at tryggja trúnað, rættleika og atgongd á upplýsingar vit viðgera um okkara borgarar, veitarar og starvsfólk, undir hesum eisini persónupplýsingar. VEKS tekur dátuvernd í størsta álvara og arbeiðir áhaldandi fyri at verja persónupplýsingarnar við at raðfesta KT-trygdina og tryggja, at vit halda dátuverndarlógina.

2. Okkara viðgerðir

Niðanfyri er ein lýsing av hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, og hvat endamálið er við viðgerðini, umframt hvør heimildin er fyri einstøku viðgerðunum.

2.1 Starvsumsókn – áðrenn starvsfólk koma í starv

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir starvsfólki, undir hesum fyri at kunna viðgera starvsumsóknir og meta um tínar førleikar fyri at kunna røkja eitt ítøkiligt ella komandi starv.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinning sambært § 8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini.

Tey skrásettu: Vit skráseta upplýsingar um skrásetta, og møguligar aðrar tilvísingar skrásetti sendir okkum saman við umsóknini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum, navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur, umframt aðrar upplýsingar viðkomandi sendir okkum, t.d. CV., próvtøl, myndir og aðrar upplýsingar.

Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá umsøkjara. Vit kunnu í sambandi við setanartilgongdina leita eftir alment atkomuligum upplýsingum á alnótini umframt á sosialu miðlunum.

Varðveitslutíðarskeið: Um umsøkjarin ikki verður settur, verða upplýsingarnar varðveittar í 6 mánaðir, roknað frá endanum av umsóknarfreistini, ið var lýst í starvslýsingini. Um umsøkjarin gevur okkum samtykki til at varðveita upplýsingarnar, ella um serligar umstøður tala fyri tí, kunna vit varðveita tær í longri enn 6 mánaðir.

Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.

2.2 Starvsfólk í VEKS – meðan starvsfólk eru í starvi

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja tær uppgávur, stovnurin skal gera dagliga og fyri at tryggja, at stovnurin kann halda sínar skyldur mótvegis tær sum starvsfólki.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu halda tær avtalur, vit sum arbeiðsgervari hava avtalað við teg sum starvsfólk sambært § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 2, nr. 3.

Tey skrásettu: Vit skráseta leypandi upplýsingar um teg sum starvsfólk.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum tú sendi okkum í tíni starvsumsókn herundir navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur, umframt aðrar upplýsingar so sum CV., próvtøl, myndir og aðrar upplýsingar. Harumframt skráseta vit starvsfólk í ymiskum skipanum við starvseting, har millum annað P-tal og kontuupplýsingar verða skrásett. Tá eitt starvsfólk arbeiðir hjá VEKS verður tað eisini leypandi skrásett upplýsingar, so sum arbeiðstíð og eftirútbúgving við meira.

Kelda: Sum meginregla koma upplýsingar frá starvsfólkinum sjálvum, men onkrar upplýsingar verða framleiddar innanhýsis av øðrum starvsfólkum ella skipanum.

Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingarnar um starvsfólk verða goymdar eftir tørvi. Sum almennur myndugleiki goyma vit persónupplýsingar um starvsfólk, so leingi, vit hava tørv á hesum til at røkja okkara myndugleikauppgávur. Tá vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til, um upplýsingarnar skulu varðveitast ella strikast. Her verður atlit tikið til skjalasavnslógina, og um upplýsingar skulu flytast til Tjóðskjalasavnið.

Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini.

2.3 Borgari

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara skyldur sum kommunalt samstarv og veita borgarum tænastur og røkt, herundir veiting av haldgóðari og fyribyrgjandi sjúkraviðgerð og sjúkrarøkt, fyri at vit kunnu menna okkara tænastur grundað á tørvin og væntanir hjá borgaranum.

Heimild: Viðgerðin er neyðug fyri at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinning, sum dátuábyrgdaranum er álagt sambært § 8, stk. 1, nr. 5 í dátuverndarlógini.

P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 2, nr. 1.

Viðkvæmar persónupplýsingar, undir hesum heilsuupplýsingar verða viðgjørdar sambært § 12, stk. 1, nr. 2.


Harumframt vilja vit vísa á, at okkara virksemi um viðgerðarheimildir annars eru lýstar í:

·        Løgtingsmál nr. 19/2014: Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

·        Løgtingsmál nr. 20/2014: Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Til ber altíð at finna nýggjastu lógirnar við broytingum á www.logir.fo 

Tey skrásettu: Borgarin umframt avvarðandi hjá borgaranum.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar undir hesum navn, bústaður, telefonnummar og teldupost hjá borgaranum og avvarðandi hjá borgaranum. Harumframt viðgera vit eisini viðkvæmar persónupplýsingar um heilsustøðuna hjá borgaranum.

Kelda: Borgarin skrásetur upplýsingarnar, tá viðkomandi søkir um at fáa eina tænastu frá VEKS. Umframt at starvsfólk hjá VEKS leypandi skráseta neyðugar upplýsingar sum part av tænastuveitingum og røktaruppgávum.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar eftir tørvi. Sum almennur myndugleiki goyma vit persónupplýsingar um borgarar, so leingi vit hava tørv á hesum til at røkja okkara myndugleikauppgávur. Tá vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til um upplýsingarnir skulu varðveitast ella strikast. Her verður atlit tikið til skjalasavnslógina, og um upplýsingar skulu flytast til Tjóðskjalasavnið.

Móttakarar: Sum meginregla geva vit ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, men nýta vit í ávísan mun útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitarar, sum tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar samsvarandi dátuverndarlógini. Harumframt lata vit nakað av upplýsingum til aðrar almennar myndugleikar, sum t.d. Kommunulækarnar, Heilsuverkið, Almannaverkið, Landsfólkayvirlitið, Tjóðskjalasavnið v.m.

3. Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi, sum VEKS hevur skyldu til at fylgja.

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Um tú ynskir, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, at VEKS avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum, ella tú ynskir at nýta tín rætt til dátuflutning, ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum.

Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

4. Broytingar í hesari dátuverndarkunning

Vit gera leypandi eina endurskoðan av dátuverndarkunningini fyri at staðfesta, um hendan skal dagførast ella tillagast.

Hendan dátuverndarkunning er seinast dagførd, tann 12.05.2022.

5. Samband

Um tú ynskir at nýta tín rætt, sum lýst omanfyri, ella um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella hesari dátuverndarkunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Heimatænastan í VEKS

Att: Dátuverndarfólkið

Bakkavegur 59

350 Vestmanna

(+298) 42 45 25

veks@veks.fo 

6. Kæra

Um tú ynskir at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost á veks@veks.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru verður víst til heimasíðuna hjá dátueftirlitinum www.dat.fo