.
.
VEKS bjóðar vegleiðing og venjing frá ergo- og fysioterapeutum. Harafturat bjóðar VEKS fyribyrgjandi liðvenjingar frá august til juni. Tilmeldingar fara fram við at seta seg í samband við VEKS.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.
Vit bjóða tær at koma til ókeypis liðvenjing tvær ferðir um vikuna.
Vit venja í ein lítlan tíma, har møguleiki er fyri at fáa frukt, vatn og eitt gott prátt aftaná.
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.
Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.
VESTMANNA
• Heimið á Grønanesi
Mánadagar kl. 10.00
Mikudagar kl. 10.00
EIÐI
• Hólmahúsið
Mánadagar kl. 13.00
Hósdagar kl. 13.00
KVÍVÍK
• Fimleikarhøllin
Mánadagar kl. 13.30
Mikudagar kl. 14.00