Kæruvegleiðing


Lóg
Reglurnar fyri Kærunevndina í almanna- og heilsumálum eru at finna í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kærunevnd í almanna og heilsumálum, sum seinast broytt við ll. nr. 150 frá 20. desember 2005.
 

Kærur
Kærunevndin í almanna- og heilsumálum viðger kærur um:

- avgerðir hjá Almannaverkinum
- avgerðir hjá Sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru um heilsufakligt virksemi
- avgerðir hjá kommunustýrum um barna- og ungdómstannrøkt,
- avgerðir hjá Heilsutrygd og tilskotsnevndini eftir lóg um almenna heilsutrygd,
- avgerðir eftir barnaverndarlógini, sum ikki kunnu leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina og 
- avgerðir hjá kommununum eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Skrivlig
Kærast skal skrivliga eins og tað so vítt møguligt skal vera grundgivið fyri kæruni. Avrit av kærdu avgerðini skal leggast við, umframt møgulig onnur skjøl av týdningi fyri kæruna.


Kærufreist 
Kærufreistin er 4 vikur.
 

Kostnaður
Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum.


Viðgerðartíð
Dentur verður lagdur á at avgreiða kærumálini skjótast til ber, men m.a. orsakað av krøvunum til málsupplýsing og partshoyring má roknast við, at uml. 5 mánaðir ganga, áðrenn kærunevndin kann taka avgerð á fullgóðum grundarlagi. Undir viðgerðini gevur kærustovnurin kæraranum kunning um gongdina í kærumálinum.


Nevndin
Í kærunevndini í almanna- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
Varalimur: Annfinn V. Hansen, advokatur
Kári Rasmussen, lækni
Varalimur: Elsubeth M. Fossádal, lækni
Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi
Varalimur: Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi.

Valskeiðið hjá nevndini er 01.01.2017 til 31.12.2021.
 

Hvar
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:
 

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til kaerustovnur@kaerustovnur.fo

Heimasíðan hjá Føroya Kærustovni er www.kaerustovnur.fo