Búpláss
VEKS hevur døgnpláss á ávikavist Korndalsbýlinum á Eiði, Mørkini í Streymnesi og á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Borgarar, ið tørva støðuga røkt og hjáveru, kunnu søkja um búpláss.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fyrimunir á Vanganum
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda VEKS eina umsókn á veks veks.fo.
Tak umsóknarblað niður á leinkinum niðanfyri.


