Vestmanna kommuna

Við ársbyrjan 2017 búðu 1.204 íbúgvar í Vestmanna, og bygdarráðið telir 7 limir. Pauli T. Petersen er borgarstjóri og Laila Haldansen varaborgarstjóri. Hinir bygdarráðslimirnir eru Eyðun Hansen, John Zachariassen, Ingi Olsen, Herit Magnussen og Durita á Heygum.

Í fólkaskúlanum í Vestmanna ganga oman fyri 200 næmingar í til og við 10. flokki. Umframt tað liggur "Miðnám í Vestmanna" (fyrr Fiskivinnuskúlin) í bygdini. Á Miðnámi í Vestmanna, sum varð settur á stovn í 1987, ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar.

Fitt av vinnulívsvirksemi, við fleiri virkjum, liggja í Vestmanna, umframt at týðandi virksemi hjá SEV er knýtt at bygdini við fleiri vatnbyrgingum, eins og Sp/f Røkt rekur nakrar vindmyllur í haganum oman fyri bygdina.

Les meira á www.vestmanna.fo.