Sunda kommuna

Sunda kommuna fevnir um bygdirnar Hósvík, Streymnes, Hvalvík, Saksun, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakka, Norðskála og Gjógv. Í hesum bygdum búðu tilsamans 1.705 fólk við ársbyrjan 2017. Býráðið telur 11 limir. Heðin Zachariassen er borgarstjóri og Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóri. Hinir 9 býráðslimirnir eru Jacoba Kruse, Elias Hammer, Magnus Pauli Dahl-Olsen, Trygvi Kallsoy, Hansina Jensen, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, Pól Niklái Torkildshøj, Jóhan Heiðrikur Mouritsen og Kári Matthíasson.

Høvuðsætlanin við Sunda kommunu, ið varð skipað 1. januar 2005, er at styrka um støðuna hjá Sundalagnum í mun til landið sum heild, men eisini at finna saman við øðrum kommunum um samstarvsøki, har felags tøk skulu takast. Hetta kemur eitt nú til sjóndar innan skúlasamstarv og barnaverndarsamstarv. 

Í Sunda kommunu eru lutfalsliga nógv arbeiðspláss innan eitt nú fiskivinnu, aling, handverk, handil, og almennar stovnar.

Les meira á www.sunda.fo.