Alzheimerfelagið 25 ár og altjóða demensdagur í gjár, 21. september
22/09-2026Í gjár skipaði Alzheimerfelagið fyri einari sera áhugaverdari ráðstevnu í sambandi við, at Alzheimerfelagið hevur virkað í 25 ár.
Frá VEKS luttóku 24 starvsfólk á ráðstevnuni.
Ráðstevnan var bæði upplýsandi og gevandi og setti sjóneykuna á tær avbjóðingar og tørvar, sum bæði fólk við demensi og teirra avvarðandi hava í gerandisdegnum.


