Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í VEKS
26/11-2024Eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, hevur stýrið fyri VEKS samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Dagførdu gjøldini eru galdandi frá 1. jan 2025 og kunnu síggjast á hjáløgdu talvuni her.
Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.” (seinast broytt við kunngerð nr. 6/2023).
Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (ll. nr. 19/2014 við seinni broytingum).
Búfólk á bústøðum VEKS, og borgarar, sum gjalda fyri heimatænastu fáa skriv við kunningini.