Trý heim innan eldraøkið

VEKS umsitur og rekur trý heim innan eldraøkið í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Tey eru Grønanes í Vestmanna, ið hevur pláss fyri 22 fólkum, Mørkin í Streymnesi við plássi fyri 32 fólkum, og Korndalsbýlið á Eiði, sum hevur pláss fyri 15 fólkum.

Tey ymsu tilboðini hjá VEKS síggjast á breddanum omanfyri undir "Tænastur".