Fyribyrgjandi venjingarnar 2022/2023 - Eiði

02/09-2022

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í

Hólmahúsinum á Eiði:

Mánadag og hósdag, kl. 13:00 - 14:00

Byrjað verður mánadagin 5. september 2022

Tilmelding fer fram í Hólmahúsinum.

Kostnaður og gjaldstreytir

Borgarin rindar:

  • kr.  199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
  • kr.  249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.  

 Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.

Við hesum gjaldi hevur borgarin atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.

Flutningur

Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað.  Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo.