VEKS vitjan av Dátueftirlitinum – og hon gekk væl!

26/03-2025

VEKS hevði fyrr í vár vitjan av Dátueftirlitinum á Grønanesi og á Mørkini, har dentur var lagdur á at kanna um dátuviðurskiftini hjá VEKS samsvaraðu við lógarfestu krøvini á økinum.

Vitjanin gekk sum heild væl, og staðfestast kann at VEKS er væl á veg við at fáa talgilt skjalfestingina, og mannagongdir í hesum sambandi. Ítøkiliga kannaði Dátueftirlitið hesi viðurskifti:

• Fyriskipan um dátuvernd/dátuverndarpolitik

• Mannagongd fyri handfaring av trygdarbrotum

• Yvirlit yvir viðgerðir sbrt. § 44 í dátuverndarlógini

• Yvirlit yvir allar skipanir, ið viðgera persónupplýsingar, og yvirlit yvir veitarar av hesum skipanum

• Skjalfesting viðv. handfaring av heilivági hjá brúkarum/búfólki

• Mannagongd viðv. atgongd til talgildu heilsuskipanina

• KT-trygdarpolitik

• Leiðreglur fyri KT-brúkarar

• Fysiskt eftirlitskjalatilfar og mannagongdir.

 

Niðurstøðan

“Dátueftirlitið kann staðfesta, at stovnurin hevur gjørt nógv fyri at kunna starvsfólk síni um trygdarbrot og handfaring av teimum. Dátueftirlitið metir, at tilvitskan um trygdarbrot hjá stovninum er á nøktandi støði.

Dátueftirlitið hevur á eftirlitsvitjanini á Heiminum á Grønanesi kannað fysiskar karmar við atliti til trygd. Vit kunnu staðfesta hesar manglar:

• Stovnurin hevur ikki kortlagt hølir og staðsetingar, har viðgerð fer fram.

• Rakkskáp var ikki avlæst.

• Stovnurin nýtir ikki “secureprint”, sum kann viðføra, at ótilætlaðir trúnaðarupplýsingar enda í skeivum hondum.

• Stovnurin hevur lyklakskáp við kotu til heilivágsrúm, hetta kann føra við sær, at onnur kunnu fáa atgongd til heilivágsrúmið, um tey fáa atgongd til kotuna. Dátueftirlitið mælir stovninum til, at uppraðfesta lyklaskipanina til eina talgilda loysn, sum er við til økja trygdina.

Dátueftirlitið biður VEKS um at fáa hesi viðurskifti uppá pláss.”

Vit í VEKS eru væl nøgd við vitjanina hjá Dátueftirlitinum, og er hon ein kærkomin eftirmeting av okkara skipanum og mannagongdum. Harumframt var sjálvt eftirlitið framt í einum jaligum, ráðgevandi anda, sum skapar tryggleika og samstarv millum partarnar.

VEKS fer nú saman við stýrinum, at fyrireika og útinna tær ábøtur, sum Dátueftirlitið mælir til, og ætla vit at tilmæltu ábøturnar eru settar í verk áðrenn ásetta tíð.