Deildarleiðari fyri Mørkina og heimatænastuna í bygdunum á Streymoynni
01/09-2023Birita Baldvinsdóttir Iversen er sett í starv sum deildarleiðari í økinum.
Hon byrjar í starvinum mikudagin tann 20. september.
Birita er 38 ára gomul, býr í Tórshavn.
Birita hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktar- frøðingur, umframt at hon hevur tikið eftirútbúgvingar.
Hon hevur starvast innan eldraøkið hjá Tórshavnar Kommunu í fleiri ár.
Í umsøkn sínari sigur hon m.a. soleiðis:
“Eg gangi høgt upp í fakligu dygdirnar, og at menna tær, bæði hjá mær sjálvum, men eisini hjá øðrum”.
Vit bjóða Biritu hjartaliga vælkomin í starv hjá VEKS.