Terapeutiskur leiðari

29/09-2023

Sarita Vesturdal Vesturtún er sett í starv sum Terapeutiskur leiðari fyri Heimatænastuna í VEKS

Hon byrjar í starvinum mánadagin tann 4. dec. 2023.

Sarita er fødd í 1989, og býr saman við manni og 2 børnum í Hósvík.

Sarita hevur lokið útbúgving sum professions batchelor í fysioterapi á Campus Metropol í Keypmannahavn í 2013, og hevur - umframt starvsroyndir í Danmark og á privatari klinikk í Føroyum – síðan 2015  starvast á medisinska bólkinum Landssjúkrahúsinum

Við síðuna av arbeiðnum, lesur Sarita Master í Heilsuvísind á Setrinum.

Vit fegnast yvir at fáa Saritu í starvsfólkahópin, og bjóða henni hjartaliga vælkomin.