Nýggjur fyribilssettur deildarleiðari á Grønanesi

05/04-2024

Eftir at Heidi Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur, segði seg úr starvinum sum deildarleiðari á Grønanesi, er Guðrið Danielsen, sjúkrarøktarfrøðinghur sett í fyribilsstarv sum deildarleiðari á Grønanesi til 1/9-2024.

Guðrið Danielsen er 41 ára gomul, og hevur arbeitt í skipanini hjá VEKS síðani 2015. Síðstu tíðina hevur hon verið visitator, meðan fasti visitatorurin hevur verið í farloyvi.

Vit í VEKS takka Heidi Hansen, fyri hennara arbeiði í VEKS, og ynskja Guðrið Danielsen hepna hond við leiðsluni av virkseminum á Grønanesi.