Góður 100 ára føðingardagur á Grønanesi

10/08-2024

 

Góður 100 ára føðingardagur á Grønanesi

 Góða Mia!

Um tú var svenski fótbóltsspælarin Zlatan Ibrahimovic, so hevði tú sagt at tað var øldin sum kom til tín, og ikki tú sum kom til øldina. Men soleiðis er tú ikki. Tvørturímóti. 

Tú er ímyndin, og fyrimyndin av tí vakra lívinum sum til ber at liva. Við tí góða orðinum, tí fitta smílinum, og tí góða hugburðinum.

Longu áðrenn tú rakk so høgum aldri sum tey 100 árini, var tú ein ímynd fyri nógv, og fyri okkum í VEKS, og á Grønanesi, er tú ein viðleikari, ið leggur tær serligu løturnar afturat lívinum. 

Tað at tú svimur á sjónum her í norðurhøvum, sum 100 ára gomul, og fær tær ein svingom tá bátastevnan er, flættar saman føroyskar træðrir, tá teir eru best. 

Eg havi bert hitt teg nakrar ferðir, Mia, men nærveran er sterk og livandi tá høvið býðst.

Vit eru bæði glað og stolt av at hava teg í okkara umhvørvi, og ikki er tað onki at títt virkna lív, hevur havt ávirkan á hvussu vit royna at skipa eldraøkið í VEKS í dag. Tað at vera virkin alt lívið. Hvønn dag at seta sær mál, um at brúka dagin, brúka lívið til gagns og í góðum lag. 

Í øllum heiminum í dag eru umleið 725000 fólk, sum eru 100 ára gomul ella eldri. Tit hava uppliva størri samfelagsbroytingar enn nakað ættarlið undan tykkum. Nøkur tykkara hava nátt hendan aldur í Føroyum, og eru tit góð dømi um hvussu gott hettar landið er at búgva í, og hvussu veðrið brýnir okkara huga til tíðir.

Tá Olivia Petersen, úr Skopun, gjørdist 100 fyri nøkrum árum síðani, bar henni til at síggja oldurommubørnini í Norra um telduna, meðan hon tosaði við tey. Hon helt fyri at hettar var eitt øðiligt framstig, tí hon mintist tá tann fyrsta trillibøran kom til Skopunar. 

Tá fyrsti maður á Sandi at gerast 100, Rudolf undir Kvíggjunum, hevði føðingardag, kom Lillin sum var 97 á gátt. Lillin var eitt sindur beint fram. Hann hirdi stavin í búkin á einum av teimum heldur rundaru almennu umboðunum úr Havn, og helt fyri: “Hesin hevur gingið í góðum lendi”! 

Eg var landstýrismaður tá Malla í Svínoy gjørdist 100. Skemtilig, og sjálvstýrissinnað, sum hon var, fortaldi hon mær søguna um fólkaatkvøðudagin. Verfaðir hennara, sum var ivrigur sambandsmaður hevði longu verið og valt inni í Hvannasundi, tá mátti rógvast, og komin út aftur til Svínoyar bjóðaði hann sær til at ansa eftir børnunum fyri hana, so hon kundi fara til Hvannasunds at velja. Malla takkaði fyri og bátur var mannaður. Lítið visti verfaðirin at Malla valdi loysing!

Tá franska Jeanne Calment, sum higartil er elsta kvinna í heiminum nakrantíð, við sínum 122 árum, var spurd um uppskriftina til eitt langt lív, svaraði hon. Minst til at smílast! Tað hevur tú sanniliga tikið til tín.

 Góða Mia!

Vegna VEKS skal eg ynskja tær og familjuni, hjartaliga tillukku við degnum, og bestu kvøður fram á leið í lívinum.

Páll á Reynatúgvu