Væleyðnaðir Foratónar farnir afturum bak.

11/09-2024

Í sambandi við at Korndalsbýlið verður 25 ár, bleiv skipað fyri Foratónum á Eiði farna vikuskifti. Tiltakið eyðnaðist stak væl, og vóru hesir dagar "stjørnuløtur", fyri bæði børn, ung og eldri.

Skipað varð fyri tónleiki, sangi, barnatiltaki og málningauppboðssølu, og veðrið var at tí allar fagrasta hesar dagar í vøkru Eiðis bygd.

Stjórin í VEKS Páll á Reynatúgvu, flutti fram røðu, ið vit endurgeva her:

 

Á Eiði lyfta tey høv!

Góðu Eiðisfólk og gestir!

Tað er ikki bara Jógvan í Glassstovuni, sum hevur lyft høvum her í bygdini, hóast hann helst er kendasti havlyftari bygdin hevur fostrað.

Tí hyggja vit rundanum okkum, so eru sjónligu høvini, sum tit hava lyft í felag, at sýnast sum sjáldsamir og virðismiklir varðar í bygdini.

Sum ýtir í dagliga kappast við Risan og Kellingina, um hvør er besti vegvísarin til leiðina framá.

Eiðisfólk, gestir, og øll tit sum hava stuðla hesum góða tiltaki, Foratónum.

Eg eri boðin at siga nøkur orð her í dag, sum stjóri fyri VEKS, men eg má bara siga akkurát sum er, at eg longu nú kenni meg sera væl, at fara til arbeiðis í hesum vakra og avbjóðandi øki.

Millum hesi jarðbundu fólkini í norðstreymoy og norðureysturoy.

Her íð sund og fjøll, saman við bergi og brimi, brýna fólk til mótstøðuført malagrót, og sum ikki lata seg vika, bara tí at brimið brestur á eina løtu, ella tí at áminnandi burokratiið hevur peikifingurin á lofti.

Her býr hellan undir føroyska samfelagnum, fólk sum kennast við sítt, og sum vita at onki kemur úr ongum.

Skulu vit fram á leið, so býr størsti uggin í egnum mátti. Uttan mun til um málið er ein ítróttarhøll, skúli, vinnuligur framburður, ella heita hjartablóðið her á Foravegnum, Korndalsbýlið.

Mangan er tað so í lívinum, at vit finna aftur á somu ringrás, sum vit sleptu. Vit síggja tað aftur í flestu rákum sum taka seg upp úti i stóru verð.

Við jøvnum millumbilum er mótin víðar brøkur, aðrar løtur sita brøkurnar negldar at legginum. Bilarnir eru kantutir og hvassir summi tíðarskeið, fyri síðani at hava mjúkar sneiðingar næstu árini.

Vit eru umbroytilig. Eisini í lívinum. Vit eru avgjørd, hvøss og ótolandi viðhvørt, men eisini mild, smírin og fyrikomandi viðhvørt.

Flestu okkara brýnast við árunum. Gerast tolnari, blídligari og linari. Summi fara kortini øvugtan veg. Hvessast, og gerast knappari við tíðini.

Vit fylgja kortini øll einum uri, sum ikki slepst undan, eru vit so heppin at fáa dagin í dag, og morgindagin við.

Einum uri sum hvønn dag leggur tíð afturat tíð, og harvið gevur okkum møguleika at leggja lív aftur at lívi.

Tá eg slepti ringrásini sum landsstýrismaður í almannamálum, hevði eg játtað stuðul til nýbygging av 123 røktarheims og sambýlisplássum, umframt at eg setti í verk økisterapiina, sum er undanrennarin, fyri rehabiliteringina og fyribyrgjandi venjingina, sum vit síggja vinna fram í dag.

Og lagnan hevur vilja tað so at bæði Korndalsbýlið, og Mørkin, sum eg í dag varði av sum stjóri, eru bústovnar sum eg havi játtað bygging av sum landsstýrismaður.

Eingin bygging var tó veruleiki, um ikki miðvís fólk á Eiði og í Sundalagnum gjørdu sítt at fyrireika hesi heim.

Vit kunnu vera stolt av okkara eldru borgarum, tí tey hava lagt lunnar undir eitt einastandandi gott samfelag til okkum at vaksa upp í.

Kanska tað besta samfelagið í heiminum. Og tí hava vit eina ósvitaliga skyldu at bera teimum aftur á eldri árum.

Eg eri júst afturkomin av eini ráðstevnu í Týsklandi, og skuldi verið farin í summarfrí, men Foratónarnir drógu meg heimaaftur á klettarnar, at hitta tykkum. Stikk denn!

Til Týsklands høvdu flestu heimsins lond sent síni umboð at umrøða avbjóðingarnar á eldarøkinum, nú eldri parturin av samfelagnum veksur lutfalsliga, í mun til tøku arbeiðsmegina. 

Svarið uppá avbjóðingina er ikki bara at innflyta arbeiðsmegi. Tí tað er avbjóðandi uppá so nógvar aðrar mátar, og ber brá av uppgávulyndi.

Svarið er hinvegin at vit hvør í sinum lagi, og saman, finna gávuríkar loysnir, at fyribyrgja tyngdini hjá arbeiðsfjøldini, fara væl um starvsfólkini, og gera okkum greitt hvørjar kjarnutænastur vit skulu veita sum samfelag.

Og at vit sum einstaklingar longu um seksti ára aldur byrja at fyrireika okkum uppá, at vit helst ein dag verða eldri, og at vit tá eru so væl fyri sum gjørligt, so leingi sum gjørligt. 

Tað er lættari at brúka maskinur í vinnuni, enn í umsorgnarstørvunum, og tá nú kapping er um starvsfólkini, er fyri mær sjálvsagt at vinnan má vera so “mannleys” sum gjørligt og vælútgjørd við tólum og maskinum, at vit brúka so nógv fólk sum gjørligt í umsorganarstørvunum.

At taka sær av børnum, gomlum, sjúkum, og fólki við serligum avbjóðingum.

Men tað merkir ikki at vit í umsorganartænastunum ikki eisini eiga saðla av nýggjum, tí at loysa fleiri og avbjóðandi uppgávur, krevur nýggjar loysnir. 

Stýrið í VEKS hevur gjørt eitt djarvt, og rætt væl, við at gera eina virkisætlan, ella strategi, hvørs endamál, er at veita fólki tænastur í egnum heimi á eldraárum, og at so fá sum gjørligt búgva varandi á samdøgursstovni hjá VEKS.

Fyrst og fremst tí at vit øll ynskja at vera í egnum heimi alt lívi.

Boðskapurin um at gera okkara til at varðveita heilsuna. At vera virkin alt lívið, og at leggja tíð og dygd afturat lívinum eru avgerandi fyri framtíðar útlitini hjá okkum sum fólki. 

Vit kunnu liva eitt langt og gott lív í Føroyum nú á døgum. Eingin orsøk er til ikki at taka av hesum tilboði, tá vit hava møguleikan. 

Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og tað verður VEKS heldur ikki, men kósin er sett móti eini framtíð sum er avbjóðandi og spennandi. 

Frans Kafka sigur í sínum aforismum, at um tú gongur eftir sløttum, og ongan veg kemur, so hevur tú orsøk at óttast. Men klývur tú gjøgnum bergið, og ikki megnar niðan á, so kann tað vera bergið sum er orsøkin. 

Vit eru farin úr dalinum, um tað slætta, men vit hava dirvi, vilja og førleika at klúgva bergið við. Um vit koma niðaná, veldst fyrst og fremst um samstarvsevnini og stuðulin frá polittisku skipanini, stýrinum.

Og mest umráðandi vápnið er helst at hugsa langt, og virka javnt og samt.

Tað er sjáldsamt at hava so ófør starvsfólk, sum her á Korndalsbýlinum. Sum eisini brúka sína frítíð at hjúkla um og stuðla okkara eldru borgarum.

Onkuntíð kann ágrýtnið eisini verða ein avbjóðing, tá skúturnar í VEKS skipafylginum skulu sigla við nøkulunda somu ferð, fyri allar okkara borgarar.

Bert við samstarvi roynist felagsskapurin væl. Tá er tað ikki so avgerandi um onkur rennur skjótari enn ein annar, tí málið er at lyfta í felag, og at geva hvør sambært gávum og førleika. 

Vit kunnu gleðast um dagin, um tíðina vit eiga her á føroysku helluni. Her birtist mangt í kvinnu og mannahuga. 

Tit sum virka og liva her á Eiði, hava dirvi og árræði til tað mesta. Í trúnni á, at einki kemur av ongum, og als ikki á foldum. 

Her at enda ein hugleiðing um ein tann fyrsta fótbóltsdystin eg spældi sum vaksin, eini 15-16 ára gamal. 

EB móti B71 á legendariska vøllinum á Mølini. Hettar var í 3. Deild. Liðini sum bæði vóru drúgv og viljasterk, kanska ov viljasterk. 

Eiðismenn vóru ikki lættir at syfta, so tað mátti leggjast nógv fyri.

Og sum dysturin leið gjørdust taklingarnar harðari og harðari, og dómarin gjørdist bara fjarari og fjarari. 

Nakað út í seinna hálvleik var sjón fyri søgn, at dómarin var ikki appelsinfríur.

So var ikki annað at gera hjá okkum liðunum, enn sjálvir at royna stýringina av dystinum, og fari eg ikki skeivur, so samdust liðini bæði um javnan leik.

Foratónar eru eitt sjáldsamt tiltak. Sjáldsama væl hugsað. Vælgjørt.

Og vónandi væleydnað. 

Stóra tøkk til fyrireikararnar, og hjartaliga tillukku við 25 ára degnum.

 

Góðar Foratónar!

 

Páll á Reynatúgvu