VIT GANGA
18/10-2024Skuldi tú verið so heppin at sæð fleiri fólk til gongu í Vestmanna, Kvívík, Sunda og Eiðis kommunu, og aðrastaðni við, so kunnu tað vera starvsfólk í VEKS, sum kýta seg.
Vit í VEKS eru júst farin undir eitt heilsuátak, Virkin oktobur er jú nú, sum eggjar øllum starvsfólkum í VEKS at ganga ella renna so nógv sum gjørligt hesar komandi seks vikurnar.
Endamálið er heilsufremjan, men eisini ein roynd at flætta saman teir tættir í virkisætlanini hjá VEKS, sum eggja til fyribyrging og viðlíkhaldsvenjing, við ein virknan starvsfólkahóp, sum virkar eftir somu virkisætlan sum brúkararnir verða eggjaðir til.
VEKS letur starvsfólkunum heilsuur sum gávu, ið verða nýtt sum skrásetingartól fyri gangi og rennivirkseminum hjá starvsfólkunum.
Tíðarskeiðið vit kappast er frá 21. Oktobur. til 5. Desembur. Vinningar verða lætnir til tríggjar teir ídnastu luttakararnar, tá kappingin er endað.
Ætlanin er at líknandi gonguátøk verða skipaði fyri brúkarar í VEKS framyvir.