Virkin jólaløta í VEKS

16/12-2024

Virkna venjingarliðið í VEKS, var til jólaborðhald í Eydnuni á Oyrarbakka, mánadagin 9. Desembur.

Óføra venjingartoymið í VEKS, skipaði fyri hesum hugnadegnum, sum eisini var eitt høvi at vitja Náttúrulundina við Streymin. Hóast heldur frískligt veður, so gingu teir umleið 100 luttakararnir, ein túr í náttúrulundini, áðrenn tey fóru til borðs í Eydnuni.

Í Eydnuni fingu luttakararnir eina framløgu frá Edmundi Joensen, stigtakara til náttúrulundina, sum greiddi frá stóra og drúgva arbeiðinum at fáa lundina til veruleika. Eitt lendi, sum sambært Edmundi, er væl størri enn viðalundin í Havn.

So varð farið til matin, sum var frálíkt smyrjibreyð við rís á la mande omaná. Virknu VEKSararnir spældu eisini spøl, og sungu sangir, væl leiddir at terapeutiska toyminum í VEKS.

Páll á Reynatúgvu, stjóri, segði onkra skemtisøgu fyri luttakarunum, og greiddi frá virkisætlanini hjá stýrinum í VEKS, har virknu VEKSararnir eru millum fremstu ambassadørar at eggja okkum øllum til eitt virki lív á ellisárum.

Ein frálíkur dagur hjá hesum felagsskapi, í Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunum. Ein dagur sum bygdi brúgv millum økini í VEKS, og sum heilt víst verður endurtikin.